Russiska rúmdarfarið Luna-25 er dottið niður á mánanum. Hesum boðar russiski rúmdarfelagsskapurin Roskosmos frá.
Roskosmos boðaði í gjár frá at trupulleikar vóru við rúmdarfarinum. Og nú frættist so, at tað er niðurdottið.
Ætlanin var annars, at tað skuldi seta seg nær suðurpólinum á mánanum í morgin. Har hevur ongin verið áður. Eitt endamál var at staðfesta, um har er vatn.
Bæði USA og Kina hava boðað frá, at tey ætla senda hvør sítt rúmdarfar upp á mánan næsta ár, og India hevur longu sent eitt, sum er á veg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo