Leygardagin 20. februar var árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin á Hotel Hilton í Havn.
Fundurin byrjaði við at FSF-forsetin, Christian F. Andreasen bjóðaði vælkomin, og eftir at hann hevði sagt nøkur orð um Finn Thomsen av Tvøroyri, sum andaðist í november mánað í fjør, reistist fundarfólkið og mintist Finn Thomsen við tøgn í ein minutt.
Vanliga eru umboð fyri UEFA og FIFA hjástødd til aðalfundirnar hjá FSF, men vegna korona bar hetta ikki til í ár. Í staðin fylgdu tey við umvegis stroyming, og harafturat høvdu bæði forsetin fyri UEFA, Aleksander Ceferin, og forsetin fyri FIFA, Gianni Infantino sent hvør sína videoheilsan til fundin.
Síðan bleiv roknskapurin fyri farna árið lagdur fram og góðkendur. Úrslitið var eitt avlop upp á góðar 200.000 krónur. Á aðalfundinum leygardagin varð nýggja Menningarætlanin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri næstu fimm árini løgd alment fram, og bleiv eisini góðtikin av øllum 18 limafeløgunum.
Seinast á skránni var val av limum til starvsnevndina hjá FSF. Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Oddmar Selfoss stóðu fyri vali, og allir tóku við afturvali. Harafturat vóru Rúni Herup Olsen og Kenneth Hovgaard eisini uppstillaðir.
Endin varð at Róin Schrøter fekk flestar atkvøður, og honum á baki kom Fríðin Ziskason. Triðflestar atvøður fekk Rúni Herup Olsen, ið sostatt er nýggjur limur í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Tveir nýggir eykalimir til nevndina skuldu eisini veljast, og har vórðu Oddmar Selfoss og Kenneth Hovgaard stillaðir upp. Úrslitið av tí atkvøðugreiðsluni varð, at Oddmar Selfoss gjørdist 1. varalimur, meðan Kenneth Hovgaard er 2. varalimur.
Forsetaval skuldi eisini verða, men undan fundinum var greitt, at einasta valevnið var sitandi forsetin, Christian Andreasen. Hann heldur tískil fram í sessinum fýra ár afturat.
Aðalfundurin endaði við at FSF-forsetin takkaði fyri ein góðan og siðiligan fund, og síðan var 1. ørindi av Tjóðsanginum sungið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo