Eitt rúmdarhylki sum millum annað hevur 250 gram av dusti frá fleiri smágongustjørnum er lent í øllum góðum í eini oyðimørk í statinu Utah.
Hylkið hevur ferðast í rúmdi í sjey ár og samlað inn virðismikla vitan, sigur NASA. Millum annað vitan um, hvussu okkara sólskipan og byrjanin til alt lív á jørðini kom í.
Hetta er størsta einstaka royndin av sínum slagi sum nakrantíð er gjørd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo