Ført hevur verið fram av teimum sum ikki fingu kvotu til ítøkiligt skipakeyp og eisini av øðrum sum hava viðmerkt bæði í KVF og aðrastaðni, at einki stendur um royndir í fiskivinnuni í sambandi við umsóknina, men tað ger tað.
Undir leiðbeiningini til umsóknarblaðið stendur í punkt 6:
- Lýs stutt, hvussu langt ætlanin er komin í fyrireiking og teir førleikar, ið eru grundarlag undir verkætlini, eitt nú royndir og vitan innan fiskivinnu. Met um, nær verkætlanin veruliga gerst virkin og sjálvberandi.
Leiðbeiningin til umsóknina SÆST HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo