Ein terningur av rottugift var tveittur í vatngoymsluna uppi í Húsadali í Sørvági, men eingin vandi er á ferð, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Umhvørvisstovan, sum Sørvágs kommuna hevur tosað við.
Vatnbyrgingin tekur eini 6000 tons av vatni, so lítli terningurin, sum ikki verður upploystur í vatninum, ger ongan skaða.
Ein skúlaflokkur hevði verið uppi við byrgingina í dag, har ein næmingur tveitti ein terning í byrgingina. Rottukassi stendur uppi við byrgingina.
Sum VP skilur boðaði lærari Sørvágs kommunu frá beinanvegin, og fóru fólk frá kommununi undir at tøma byrgingina, sum so verður fylt aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo