Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: "Vit kenna øll Muhammed Ali, og flestu okkara munnu hava sæð Rocky filmarnar. Men her heima hava vit ikki sæð so nógv til boksning, fyrr enn nú. Tit hava veruliga megnað at gjørt ítróttina sjónliga aftur her heima.

Boksing var nakað at síggja í Føroyum undir seinna heimsbardaga, tá serliga bretar íðkaðu ítróttina, men lítið hevur verið av boksing síðan. Tó so, eitt sindur av boksing var fyrst í hálvfjersunum - boksifelag varð stovnað í Havn í 1971.

Kommunan stuðlar boksingini eins og øðrum ítrótti, og eg skilji eisini, at privatar fyritøkur nú stuðla felagnum til keypa klæðir og útgerð. Og tað hevur eisini stóran týdning.

Eg fari eisini at takka tykkum fyri, at tit fingu Parkinsonboksingina upp at koyra. Hetta er eitt heilt einastandandi tiltak, sum hevur stóran týdning fyri tey, sum eru rakt av hesi sjúku.

Eisini var stuttligt at hoyra um stóra boksitiltakið í SMS herfyri.

Og nú eru tit aftur her á torginum í SMS við tí stóra boksiringinum. Eg má siga, at tað er imponerandi, hvussu aktiv tit eru. Tí boksing er hørð kropslig venjing, boksing er eisini konditión og boksing er eisini teknikkur.

Eg fari at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við ótrúliga góðu úrslitinum heima og uttanlands, og ynskja tykkum allarbestu eydnu frameftir."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo