Ein risastórur tunfiskur hevur brotið sær veg inn í eitt alibrúk í Bjorndalen har suðri í landinum.
Tunfiskurin sum vigaði 350 kilo var skjótt fangaður og holið í netinum bøtt.
Skaðin var avmarkaður skrivar lokali miðilin Hitra-Frøya.
Talan var um ein sonevndan bluefin tunfisk sum kann gerast yvir 40 ára gamal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo