Niklas Nikolajsen, sum hevur føroysk ættarbond, og sum er vorðin ovurríkur av at spekulera í Bitcoins, sigur, at hann fær líka nógv burturúr við at gera á henda hátt, sum hann fær við at keypa eina lýsingarherferð í samband við at barrin hjá honum og einum vinmanni nú letur upp.
Eitt annað, teir ætla at gera, er at koyra gullstykki í nøkur útvald gløs, tá fólk fara at keypa sær okkurt at drekka í barrini.
- Mær hevur altíð dámt væl at gjørt tingini eitt sindur øðrvísi, sigur hann millum annað við TV2, har hann eisini avdúkar, at hann hevur roknað út, at hann hevur ráð til at bjóða øllum borgarum í Danmark út at eta, um hann leggur í.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo