Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Longu sama dag – á veg aftur til Havnar – fekk báturin fyrsta útkallið, og bar tað boð um, at tørvur var á slíkum báti í Føroyum.

Síðani hava boð verið eftir bátinum nær um 300 ferðir í ymsum ørindum.

Ein stórur partur av virkseminum er at fara bátum við trupulleikum til hjálpar og at sleipa teir í havn. Harafturat verður báturin brúktur í sambandi við leiting og bjarging, sjúkraflutning, sigling fyri løgregluna og til aðra sigling eisini.

Sjálvboðin manning
Øll manningin á Rescue LÍV er sjálvboðin og ólønt, og er tað hugurin at traðka til og hjálpa teimum, sum tørvar hjálp, sum er motivatiónin og drívmegin hjá hesum fólki. Hugurin at gera mun, tá tað stendur á hjá øðrum, sum eru komin illa fyri.

Størsta samsýningin er í eygunum á honum, vit koma til hjálpar.

Fýra fólk eru á hvørjari av teimum fýra vaktunum, sum altíð er tøk at fara avstað. Fleiri av manningini hava verið við øll hesi 10 árini, meðan onnur eru komin afturat og onnur er givin aftur.

Samanlagt eru í løtuni 23 fólk knýtt at bátinum. Ung og eldri og bæði menn og kvinnur. Tað er serliga hugaligt, at ung fólk hava hug at royna seg umborð og ikki minni hugaligt, at eisini ungar kvinnur halda seg til.

Trygdin altíð í hásæti
Tað kemur meiri enn so fyri, at báturin loysir í ringum veðri, men óráð verða ongantíð tikin fyri. Trygdin hjá manningi kemur altíð fremst, og tí venja manningarnar javnan, og manningarnar fáa viðkomandi skeið.  Fimta hvørt ár er manningin á kravdum trygdarskeiði og hon luttekur eisini á skeiðum innan eitt nú sigling, samskifti og  fyrstuhjálp umframt at tey fáa aðra viðkomandi førleikamenning eisini.

Gera skjótt av
Rescue LÍV er partur av almennu tilbúgvingini, og offisiella responstíðin er hálvur tími. Men hóast øll tey sjálvbodnu, ið manna Rescue LÍV eru í vanligum, føstum størvum, so er fyrsti persónurin umborð eftir bert trimum minuttum í meðal, og báturin hevur loyst eftir 10-11 min.

Báturin kann harvið vera í Nólsoy eftir bert 15-20 min. eftir at útkallið er komið – eisini á miðjari nátt.

Arbeiðsgevararnir hjá fólkunum umborð hava víst virkseminum hjá bátinum stóra vælvild, og ongantíð hevur staðið á hjá fólki at sleppa frá arbeiði at útinna hetta frítíðiarítrivi at koma øðrum til hjálpar.

Nógv útkall
Í fjør vóru boð eftir Rescue LÍV 45 ferðir, sum er  tað mesta, síðani báturin kom til Føroyar fyri 10 árum síðani. Í miðal hevur báturin havt úti við 30 útkall um árið, og samanlagt hava boð verið eftir bátinum nær um 300 ferðir hesi 10 árini.

Útkallini koma nátt sum dag og longsti túrurin, Rescue LÍV hevur verið á, var tá hann í august mánað í 2013 var meiri enn 60 fjórðingar úr landi úti á Føroya Banka at hjálpa einum línubáti, sum hevði fingið trupulleikar við motorinum. Báturin varð tikin á sleip, og vóru tey á Havnini 22 tímar eftir, at loyst var frá landi.

Álitið hjá Nólsoyingum
Rescue LÍV hevur tætt og gott samstarv við sjúkraflutningstænastuna hjá Landssjúkrahúsinum. Báturin varðar av mest sum øllum sjúkraflutningi úr Nólsoynni til Havnina, og hesi  10 árini, hevur báturin verið fleiri enn hálvthundrað ferðir í Nólsoy eftir sjúklingum, ið hava havt tørv á at koma til Havnar á Landssjúkrahúsið.

Raksturin av bátinum
Tað var landið, ið fíggjaði keypið av bátinum, og tað er Landsfelagið fyri Føroysku Bjargingarfeløgini, LFB sum eigur bátin. Raksturin av bátinum verður fíggjaður av stuðlum og gávum og frá samsýningum fyri sleip og sjúkraflutningar. Harafturat rindar landið kostnaðin av viðlíkahaldi, umframt at báturin sleppur undan at rinda meirvirðisgjald og avgjøld av oljuni, sum verður brúkt.

Uttan hesar trúgvu stuðlar hevði tað ikki borið til at rikið bátin á tryggan og forsvarligan hátt.

Nýggjan bát
Nú Rescue LÍV er vorðin 10 ára gamal, eru LFB og Havnar Bjargingarfelag farin undir eina verkætlan at fáa ein nýggjan bjargingarbát til Føroya í staðin fyri Rescue LÍV. Hetta er drúgv og kostnaðarmikil verkætlan, og eydnast tað at fáa neyðugu fíggingina til vega, so er hugsandi, at tað ganga eini 3 – 4 ár til nýggjur bjargingarbátur er tøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo