Sláið Ring: Leygardagin 27. januar 2024 kl. 16:00 skipar Sláið Ring fyri einum seinnaparti og kvøldi, har allir tríggir tættirnir Regin, Brynhild og Høgni í Sjúrðar kvæði verða kvødnir. Hetta er neyvan gjørt í nýggjari tíð áður, og man ikki fara at verða gjørt aftur í bræði.
Allir tríggir tættirnir í Sjúrðar kvæði eru góð 600 ørindi til longdar til samans, og væntandi fer tað at taka umleið fýra tímar at koma gjøgnum alt kvæðið.
Óli Reinert á Geilini úr Tøkum Lætt fer at skipa Regin smið, Jóhannis Joensen úr Vága dansifelagi fer at skipa Brynhildar tátt og Kjartan Atlason úr Dansifelagnum í Havn fer at skipa Høgna tátt.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin, men fyri at meta um mongd av nátturða heita vit á fólk um at boða frá luttøku, um møguligt (sí niðanfyri).
Dansað verður á síðupallinum í Sjónleikarhúsinum, byrjað verður kl. 16:00, og dansað verður út í eitt. Møguleiki er at fáa sær ein steðg og hvíla seg í "Áarstovu", tað er køkurin í ovara enda á Sjónleikarhúsinum, har vit eisini ganga inn. Her verður eisini ein drekkamunnur at fáa, meðan dansað verður.
Uml. kl. 20:30 - aftaná allir tríggir tættirnir eru kvødnir - verður ein nátturðabiti við smurdum breyði. Tiltakið er ókeypis, men fyri at hava hóming av, hvussu nógv breyð skal bíleggjast, heita vit á luttakarar um møguligt at siga frá luttøku antin í felag gjøgnum sítt dansifelag ella við telduposti til sr(at)sr.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo