Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Ráðstevnan um virðisvøkstur í fiskivinnuni, sum skuldi vera 19. apríl 2023, er útsett til 8. juni 2023.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið. Sum liður í hesi tilgongd skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni, sum verður á Hotel Føroyum 8. juni 2023.

Á skránni verða tveir gestarøðarar við drúgvum royndum innan virðisvøkstur. Annar er Margareth Kjerstad úr Noregi, sum er granskingarleiðari á C Food Norway - ein fyritøka, ið framleiðir hágóðskuvørur burtur úr hjávørum, so sum høvd, bein og innvøli. Hin er Sigurjón Arason úr Íslandi, yvirverkfrøðingur á Matís – eitt alment partafelag, sum m.a. hevur til endamáls at virka fyri nýskapan og virðisvøkstri í íslendskari matframleiðslu, og á hendan hátt styrkja kappingarførleikan hjá íslendskum útflytarum.

Eftir fyrilestrarnar frá gestarøðarunum verða framløgur frá umboðum úr føroysku fiskivinnuni, sum hava gjørt sær royndir innan økið. Hesar framløgur fara serliga at leggja dent á møguleikar, forðingar og hvat krevst fyri at menna hjávørur úr botnfiskiskapinum til hávirðisvørur, og at virðisøkja uppsjóvartilfeingið í størri mun enn gjørt verður í dag.

Skráin verður kunngjørd stutt eftir páskir.

Ikki er neyðugt hjá fólki, ið longu hava meldað seg til ráðstevnuna at tekna seg enn einaferð.

Melda teg til ráðstevnuna her: Leinkja

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo