Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Radarin hjá Atlantic Airways, sum var umrøddur í Degi og Viku fríggjakvøldið, er fyrst og fremst ætlaður at økja tryggleikan, tá tyrlurnar verða kallaðar út til bjargingarátøk í illveðri. Tí eigur hvørki rutuflúgvingin hjá flogførum ella tyrlum at knýtast upp í hetta málið, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri.

- Atlantic Airways hevur keypt ein radara, sum skal økja um trygdina, tá tyrlurnar verða kallaðar út til bjargingarátøk í ringum veðri.

- Hesin radarin var umrøddur í einum innslagi í Degi og Viku fríggjakvøldið 12. oktober kl. 19.00, men innslagið hevur tíverri elvt til nakrar misskiljingar, sum Atlantic Airways við hesum loyvir sær at rætta.

- Innslagið tekur støði í einari frágreiðing frá veðurmenningarbólkinum, har radarin verður umrøddur.

- Tíverri kemur ikki greitt fram í innslagnum, at radarin er ætlaður at økja um trygdina, tá ið tyrlurnar skulu út í bjargingarørindum.

- Innslagið gevur ístaðin ta fatan, at tørvur er á radaranum til rutu-flúgvingina hjá bæði flogførum og tyrlum. Hetta er skeivt, tí øll rutuflúgving bæði við tyrlum og flogførum verður avlýst, tá ivaveður er.

- Hinvegin verður meira lagt fyri við tyrlunum í bjargingarátøkum, og tá er umrøddi radarin eitt gott tól at økja um trygdina hjá bjargingartyrlunum, sigur stjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo