27.-28. apríl skipar Føroya Pro Vita fyri stórari ráðstevnu í Østrøm í Havn. Ráðstevnan verður á høgum fakligum og verkligum støði við vælútbúnum fyrilestrahaldarum úr Danmark, Norra og Stóra Bretlandi.
Ráðstevnan verður hildin báðar dagarnar frá klokkan 10 til 15, við fyrilestrum og samrøðum um tey veruliga burturtagdu evnini í fosturtøkuspurnginum, nevniliga “mannavirði” (nær menniskja er eitt menniskja) og “avleiðingar av fosturtøku”.
Høvi verður eisini at seta spurningar á ráðstevnuni.
Fyrilestrahaldarar verða:
Peter Øhrstrøm, Danmark, ið er professari á Ålborg Universiteti og fyrrverandi limur í Etiska Ráðnum í Danmark.
Ludvig Nessa, Norra, ið er prestur og hevur verið sera virkin í arbeiðinum í Norra at verja ófødda barnið.
Sølvi Marie Risøy, Norra, ið er professari við sergrein í “Fosterdiagnostik og selektiv abort”. Hon starvast á lærda háskúlanum í Sogn og Fjordana í Norra.
John Smeaton, Ongland, ið er stjóri á SPUC (Society for Protection of Unborn Children) í Onglandi. SPUC er fyrsti fyri lív felagsskapurin í heiminum, stovnaður í 1967.
Emmet Dooley, Skotland, ið starvast sum undirvísingarleiðari hjá SPUC (Society for Protection of Unborn Children) í Skotlandi.
Clarie Bremner, Ongland, ið er “Qualified Cognitive Behavioural Therapist and Integrative Practitioner” Hon arbeiðir eisini sum ráðgevi í “Abortion Recovery Care and Helpline” (ARCH) í Onglandi.
Skráin og fleiri upplýsingar síggjast á heimasíðuni hjá Pro Vita
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo