Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vladimir Putin forseti segði í gjár jødiska samfelagnum í Russlandi at Moskva er við í arbeiðinum at fáa gíslarnar í Gazageiranum leyslatnar.

– Síðani støðan gjørdist meira spent í Miðeystri, hevur Russland gjørt alt fyri at hjálpa teimum sum vórðu tikin gíslar, segði Putin rabbinaranum Berl Lazar og leiðaranum í jødiska samfelanum Alexander Boroda, sambært russiskum tíðindastovum.

– Sum kent er hevur okkara uttanríkismálaráð arbeitt gjøgnum politiska vongin í Hamas, og sum heild hevur tað givið ítøkilig úrslit, segði hann víðari sambært norska TV2.

Putin heldur at kríggið millum Ísrael og Hamas er eitt úrslit av miseydnaðum amerikanskum diplomati og hevur fleiri ferðir tosað um vápnahvíld, millum annað í Trygdarráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo