Eftir at Finnland er farið uppí Nato er neyðugt at flyta bæði hermenn og hernaðarútgerð til finska markið, tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, í samrøðu við statsriknu russisku sjónvarpsstøðuna Rossiya.
Finnland, sum hevur eitt 1340 km langt mark við Russland, fór uppí Nato í apríl í ár.
Seinastu tíðina eru øll marknalið við Russland stongd, tí Finnland sigur, Russland hevur elvt til eina "migrantkreppu" á markinum ímillum londini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo