Tórshavnar kommuna: Móttøka var á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í morgun, har skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógvini handað. Ein av røðarunum var Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Borgarstjórin segði m.a.:
“Góðan morgun øll somul, skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar, tykkara avvarðandi, umboð fyri Vinnuháskúlan og gestir annars.
Skiparar og skipsførarar hava allan heimin sum arbeiðspláss. Yvirorðnaða ábyrgdin er at sigla og navigera trygt millum lond og í havn. Kompetansurnar innan hesi øki, umframt leiðslu, sjórætt og nógv annað broytast og betrast alla somlu tíðina.
Maskinmeistaraútbúgvingin er í stórari menning. Nú og í framtíðini skulu maskinmeistararnir í alt størri mun duga at handfara ein grønari og alt meira digitaliseraðan veruleika, har rakstur, viðlíkahald, trygd og prosjektleiðsla eru í fokus.
Maritimu útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru sambært heimasíðu skúlans førleikagevandi útbúgvingar, ið taka millum 9 mánaðir og fýra og eitt hálvt ár. Møguleikarnir eru vituligt sera góðir at fáa starv eftir lokna útbúgving.
Tórshavnar kommuna er væl við í menning á maritima økinum. Bøttar havnaútbyggingar hava ført til stórar íløgur í flutningsvinnuna.
Kommunan hevur samstundis eitt árligt vinnuforum, sum kommunan fyriskipar saman við Hugskotinum, har dentur er lagdur á samstarv millum vinnu og kommunu.
---
Tað er sum altíð hugaligt at koma her á Vinnuháskúlan og at vera við, tá skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fáa prógvini handað. Hetta er ein stór løta fyri tykkum og eigur at vera ein stór løta fyri samfelagið alt.
Hetta eru einastandandi útbúgvingar – serliga tá ein hugsar um, hvussu ótrúliga skjótt tað kann verða hjá tykkum frá skúlabonki til stutt eftir at standa við stórari ábyrgd.
Í dag standa tit við prógvum, ið kunnu føra tykkum víða um heimin, á sjógvi og landi. Ein av stóru súlunum undir okkara framtíðar búskapi verður sjóvinna í breiðari merking.
Ein onnur súla verður orkuframleiðsla. Og tit skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar, tit standa í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í hesum framburði. Tí tit hava bestu førleikar og vitan á økinum.
--
Tað er ein óreingiligur veruleiki, at tykkara siðbundnu føroysku útbúgvingar eru dygdargóðar útbúgvingar, ið hava prógvað sítt virði á nær- og fjarleiðum og í størvum á landi heima og í útlondum.
Tær borga fyri, at føroysk arbeiðsmegi kann bjóða seg fram á øllum heimsins høvum og londum sum heimsins fremstu.
Í Havnini kanna vit støðugt, hvussu vit styrkja vinnur við tilknýti til sjógvin. Tað hendir øgiliga nógv innan orkuumlegging, og okkum tørvar fólk, sum klára at fylgja við og vera uppá forkant at hjálpa okkum at skapa neyðugu karmarnar.
Tað henda stórar broytingar innan skipaferðslu. Umleggingar taka tíð, og tað er drúgvt at skipa breið samstørv um orkuloysnir. Men tað fer at bera til, og eg seti mítt álit á, at mangar av framtíðarinnar loysnum fara at koma júst frá tykkum.
Vit royna at laga viðurskiftini soleiðis, at vit sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi.
Sjóvinnuveitingar eru longu ein munagóður partur av virkseminum í landinum, og eg haldi, at vit í Tórshavnar kommunu eru væl við.
---
Góðu næmingar. Heimurin liggur nú opin fyri tykkum. Tá vit hoyra útvarpsfjarrit frá skipum sita vit ofta undrandi, hvussu øgiliga langt úr Føroyum okkara sjófólk eru. Tað er altíð áhugavert at fylgja við tykkum.
Nógv tykkara fara at føra nógvan góðan førning til lands, - men prógvið, ið tit hava í dag, er tykkara lívsførningur. Hann kann ongin taka frá tykkum.
Tykkara siðbundnu føroysku útbúgvingar borga fyri, at tit hava kappingarfyrimunir framum so nógvar aðrar tjóðir.
Blíðan byr – og hjartaliga tillukku við próvnum.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo