Natolandið Pólland hevur biðið Russlan koma við eini frágreiðing, eftir at tað er staðfest, at ein russisk rakett kom minst tveir kilometrar inn í pólskt loftrúm.
Pólland sendi fleiri jagaraflogfør avstað at fylgja rakettini, skriva fleiri miðlar.
- Russland eigur at koma við eini frágreiðing, og annar steðga við krígnum í Ukraina og hugsavna seg um teir trupulleikar sum landið sjálvt hevur at dragast við, stendur millum annað í eini fráboðan frá polska uttanríkisráðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo