Eftir 755 dagar sum Manchester United-venjari legði Ole Gunnar Solskjær seg við hjálp frá Pogba á ovastu rók í Premier League.
– Eg havi verið kritiskur viðvíkjandi Pogba, men hann var besti leikari á vøllinum í seinna hálvleiki, segði Sky Sports-viðmerkjarin og United-legendan Gary Neville.
Manchester United hevur nú 36 stig, meðan Liverpool á øðrum plássi hevur 33 stig og hava bæði liðini leikt 17 dystir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo