![Pmpluss1](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/4/csm_pmpluss1_f3173afb2e.jpg)
![Pmpluss2](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/9/csm_pmpluss2_b146bfd562.jpg)
![Pmpluss3](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/7/csm_pmpluss3_beefbc79f2.jpg)

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar Kommuna hevur í dag undirskrivað sáttmála við PM Pluss í samband við reingerð av kommunulæknahølum í Tórshavnar Kommunu.
Kommunulæknarnir húsast í trimum bygningum í Tórshavn. Afturat koma kommunulæknahølini í Kollafirði.
Í Gundadali eru 4 læknar, í Berjabreku eru 5 læknar, í Kirkjustræti eru 5 læknar og í Kollafirði er ein lækni.
Alment útboð var í heyst. Inn komu 3 tilboð og fíggjarnevndin samtykti at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá PM Pluss.
Sáttmálin hevur gildi frá 2. apríl 2024, og er galdandi í 3 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo