Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Seinastu mongu árini hava nógvir ungir læknar fingið sína útbúgving í Pólandi. Nú eru eisini fleiri tannlæknar á veg.

Nú í summar verða 5 læknar og 3 tannlæknar liðugt útbúnir á Pomeranian Medical University í Stettin.

Paula Leivsgarð Joensen úr Klaksvík og Sólvá Klæmintsdóttir úr Runavík lesa báðar til tannlækna, og eru komnar á leið í helvt við lestrinum.

- Vit læra pólskt í tvey ár, men allur lesturin annars er á enskum. Allir lærararnir eru pólskir, men tosa enskt, siga tær báðar, sum siga, at nógvu føroyingarnir í býnum ofta hittast, hóast tey hava sera lítið av frítíð, tí undirvísingin er rættiliga intensiv.

- Vit búgva væl og hava lekrar íbúðir, sum einans kosta um 4.400 krónur um mánaðin við bæði el og hita. Her er bíligt at liva. Tað er ikki serliga langt til Danmarkar, men tað freistar ikki serliga nógv, tí vit hava úr at gera, siga tær báðar, sum nevna, at tær fáa stuðul frá bæði ÚSUN og SU.

Nógvir føroyskir læknar eru útbúnir á medisinska universitetinum í Stettin seinastu 20 árini.

Okkurt árið hava verið eini 25 føroysk lesandi.

Men nú koma so fleiri tannlæknar eisini.

Tær báðar ætla sær til Føroya at arbeiða, tá tær eru lidnar – men tað kann henda, at tær royna okkurt annað eina tíð fyrst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo