Partaeigararnir í íslendsku fyritøkuni Skeljungi samtyktu í gjár, at farast skal víðari í sølutilgongdini har føroyska dóttirfelagið Magn skal seljast. Tað boðar Skeljungur frá í børsfráboðan.
Tað hevur áður verið frammi, at eitt felag við millum øðrum Ben Arabo, Teiti N. Poulsen og Tommy N. Djurhuus ætlar at keypa Magn, og søluprísurin er góðar 600 milliónir krónur, alt íroknað.
Ætlanin er, at handilin skal vera liðugur í næsta mánaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo