Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partabrøvini hjá BankNordik minkaðu eitt vet í virði í fjør. Við ársbyrjan kundi partabrævið hjá BankNordik keypast fyri áleið 140 krónur, men nú við árslok endaði kursurin nakað lægri, um 136 kr. Tað hoyrir tó við til søguna, at BankNordik í árinum hevur goldið partaeigarunum eitt "klekkiligt" vinningsbýti, og tá tað verður roknað uppí, var hóast alt talan um eitt positivt avkast uppá eini 25%.

Fallið hjá BankNordik, tá sæð verður burtur frá vinningsbýtinum, uppá smá 4%, kann samanberast við eitt fall uppá smá 14% til leiðandi vísitalið á danska børsinum, har bankin er skrásettur. Tað kann eisini samanberast við eina framgongd hjá donskum bankum sum heild uppá smá 17%.

Hitt føroyska partabrævið, Bakkafrost, sum er skrásett á Oslobørsi, byrjaði árið á 584 krónum men endaði á 616, so har var ein vinningur at heinta, og um lítla vinningsbýtið verður talt uppí, kundu partaeigararnir hjá Bakkafrosti fegnast um at ognin vaks við áleið 7%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo