Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Miðbýurin er ikki gjørdur til nógva ferðslu og als ikki til parkering. Pláss er heldur ikki at gera parkeringspláss. Ein loysn kann vera parkeringshús, men tey eru kostnaðarmikil og taka nógv pláss. Ein loysn, sum kundi loyst parkeringstrupulleikarnar í mong ár, er ein parkeringstunnil.

Miðbýurin í Havn hevur ein fólkatættleika uppá um 3000 íbúgvar pr. ferkilometur. Hetta er nærum tvífalt so nógv sum í restini av býnum. Her eru nógv børn og fleiri ungdómar enn í restini av býnum. Í veruleikanum er miðbýurin mest tættfólkaða økið í landinum við einum góðum býti millum børn, vaksin og eldri.

Miðbýurin er tó eitt gamalt og trongt øki, sum upprunaliga ikki varð bygt til stóra ferðslu, eins og hædd als ikki varð tikin fyri parkeringsøkjum. Tó er at siga, at í hesum lítla øki eru fleiri enn tveytúsund parkeringspláss, helmingurin kommmunal og helmingurin privat. Umleið ein triðingur eru tíðaravmarkað.

Í hesum lítla økinum hava vit hóp av handlum, matstovum, mentanarstovnum og dastið av almennum og kommunalum skrivstovum í býnum. Her liggur øll fyrisitingin hjá bæði býnum og landinum.

Tað er skylda okkara at varðveita og menna tann týdning, sum miðbýurin hevur fyri allar Føroyar.

Vit skulu eisini menna miðbýin, men vit skulu samstundis taka atlit til samferðslumøguleikar, vit skulu varðveita og menna grønu geirarnar og fríøkini, vit skulu hugsa um gongu- og súkklubreytir, og vit skulu taka atlit til gomlu býarøkini, eitt nú Tinganes og at kalla alt strandarøkið.

Fleiri ætlanir hava verið at býarmenna Skálatrøð sum ein livandi part av miðbýnum. Tjóðpallurin er staðsettur. Nógv mentanarvirksemi er longu í økinum. Viðvíkjandi Tjóðleikhúsinum er enntá lógarásett, at loysn skal vera funnin á parkeringini, áðrenn bygt verður. Í sambandi við havnaútbyggingina hevur møguleikin at byggja parkeringshús við Bursatanga eisini verið nevndur, eins og parkeringshús var við í kjakinum um Tjóðleikhús á Skálatrøð.

Men greitt er, at bæði fólkatal og bilatal fara at vaksa nógv komandi árini. Við nýggju sambondunum úr Eysturoynni og Sandoynni til høvuðsstaðin fer ferðslan at økjast munandi.

Í miðbýnum er at kalla ikki møguligt at útvega fleiri parkeringspláss. Tí er stór vekt løgd á at betra bussambandið, soleiðis at til ber at parkera uttanfyri miðbýin og annars brúka bussarnar inni í býnum. Steinatún er knútapunktið í so máta.

Parkeringshús kosta nógv, um tey skulu muna nakað. Tey krevja eisini nógv pláss, røkt og viðlíkahald. Tí er óivað tíðin komin at hyggja at eini aðrari loysn, sum kundi loyst parkeringstrupulleikarnar langt fram í tíðina. Seinasta metingin vit fingu, vísti, at eitt parkeringshús kostaði um 145 túsund pr. parkeringspláss.

Uppskotið á hesi skitsuni er ein parkeringstunnil millum Havnargøtu og Skálatrøð. Parkering er í báðum síðum á tunlinum og upp- og niðurgongdir eru fleiri staðni í miðbýnum.

Her er pláss fyri 700 bilum. Tunnilin loysir eisini upp fyri nógvum øðrum møguleikum, eitt nú goymslu-, køli- og frystitunlum, eins og tunnilin kann loysa nógvar trupulleikar við kaðallegging av øllum møgiligum sløgum.

Málið er ikki viðgjørt politiskt, men persónliga meti eg, at ein tílíkur tunnil stórt sæð hevði loyst málið um parkering í miðbýnum. Hetta er tó bara eitt skitsuprosjekt, men metingarnar siga, at tunnilin verður um ein kilometur langur og kemur at kosta um 128 miljónir krónur. Kostprísurin pr. parkeringspláss verður sostatt 183.000 kr, lítið meira enn tað kostar við einum parkeringshúsi.

Ìstaðin fyri at taka øll tey grønu økini til parkering, hevði tað verið sera áhugavert at kanna møguleikin víðari við einum parkeringstunnli. Til ber eisini at fremja eitt tílíkt arbeiði í stigum við einum borisjakki, sum ráðini eru yvir tíð, og soleiðis at vit innan rímuliga tíð koma á mál.

Annika Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo