Tórshavnar kommuna: Stadionøkið í Gundadalið verður aftur skipað sum parkeringsforboðssona, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri uppmerktu parkeringsbásarnar.
Skeltini, ið vísa, hvar parkeringsforboðssonan byrjar, eru nú sjónlig aftur, og tað er nú aftur bannað at parkera uttanfyri parkeringsbásarnar í økinum.
Tað er tekniska nevnd hjá Tórshavnar býráð, sum hevur samtykt, at parkeringin í økinum aftur skal skipast sum parkeringsforboðssona. Málið varð lagt fyri teknisku nevnd, eftir at ivi varð sáddur um eina áður tikna avgerð um at skipa parkeringina í økinum sum sonuparkering.
Ivamálið leiddi til, at kommunan í løtuni kannar, um nøktandi heimild hevur verið fyri at uppkrevja parkeringsbøtur í økinum, og hesin spurningur verður helst avgreiddur seinni í mánaðinum. Tá verður støða tikin til, um kommunan skal endurrinda bøtur, ið eru uppkravdar í Gundadali.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo