Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelag Føroya skipa í kvøld kl 19.00 fyri pallborðsfundi um eldraøkið á Hotel Føroyum. Fundurin verður skipaður við pallborði og hesum evnum:
· Rætturin at arbeiða fulla tíð
· Starvsfólkanormering
· Hvat vilja kommunurnar gera, fyri at tiltrekkja sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar og varðveita hesi í størvunum.
Við pallborðið sita borgarstjórar, sum hava havt evstu ábyrgd av eldraøkinum síðstu 4 árini.
Fundurin byrjar við, at Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, bjóðar vælkomin.
Jónvør Christiansen, AKGS sjúkrarøktarfrøðingur hevur eitt fakligt upplegg um avbjóðingar og kompleksitetin, við at vera røktarstarvsfólk á eldraøkinum.
At enda tekur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, saman um og endar fundin.
Fundurin verður stroymdur beinleiðis her á síðuni og á R7.
Leinkja til fundin er at finna her
Spurningar til pallborðið kunnu sendast við sms á tlf. 519382 ella sum teldupostur á info@sjukrarokt.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo