Búnaðarstovan: Leygardagin 28. september 2024 kl. 10.00 verður almennur pallborðsfundur um grønmetisvelting í samband við Eplafestivalin.
Búnaðarstovan, Veltan og Grøni Háskúlin arbeiða saman um eina verkætlan viðvíkjandi menning av grønmetisvelting.
Í hesum sambandi er stig tikið til at skipa fyri einum pallborðsfundi á Eplafestivalinum undir heitinum “Skulu vit hava vinnuliga grønmetisframleiðslu í Føroyum?”
Fundurin er almennur og verður á fjósloftinum í Miðstovuni í Trøðum á Sandi leygardagin 28. september kl. 10.00.
Framløgur vera um evnið og pallborðsluttakarar seta skjøtul á kjakið. Orðstýrari verður fjølmiðlakvinnan Óluva Zachariassen, ið eisini er bóndi.
Í sambandi við pallborðsfundin fer kokkurin Gutti Winther at bjóða brellbitar av ymsum grillaðum grønmeti.
Nýggju norðurlendsku kosthaldsráðini mæla til at eta lutfalsliga meira av grønmeti, enn gjørt verður nú, og Heilsustýrið í Føroyum arbeiðir somuleiðis við átøkum á sama bógvi.
Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevur boðað frá nýggjum landbúnaðarpolitikki, har økt sjálvsveitingarstig av føroyskt framleiddum matvørum, eins og økt innlendis grønmetisframleiðsla, eru nevnd og raðfest frammarlaga.
Skal tað eydnast at náa hesum yvirskipaðu málum, eru mangir tættir, ið skulu fáast at samvirka, soleiðis at vit sum samfelag draga eina línu í hesum føri.
Talan er um spurningar viðvíkjandi m.a. vakstrarlíkindum og lendismøguleikum, vitan og førleikum, marknaðarmøguleikum, príslegu og fíggjarligum kørmum, hugburði og brúkaraáhuga, heilsupolitikki og landbúnaðarpolitikki, fyri bert at tríva í nøkur dømi úr rúgvuni.
At matvøruveitingartrygd nú verður tikin í størsta álvara sæst m.a. í tí, at Norrøna ráðharraráðið skipar fyri eini stórari, altjóða ráðstevnu um “krise-simulation” um matvøruveiting í Stokkhólmi 8. - 9. oktober.
Fyriskipararnir av pallborðsfundinum á Eplafestivalinum vóna, at borgarar og tey sum taka avgerðir í samfelagnum taka væl ímóti hesum høvi at hittast á fjósloftinum í Miðstovuni at umrøða dagsaktuella evnið eina løtu og somuleiðis at smakka onkrar av brellbitunum frá kokkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo