Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

POSTA: Fyrstu pakkaboksirnar eru júst settar upp, og komandi tíðina verða fleiri at síggja kring landið.

Tey flestu kenna pakkaboksir frá uttanlandsferðum í eitt nú Íslandi, Danmark og øðrum londum, sum gera tað lætt hjá viðskiftafólkum at heinta og senda pakkar. Í løtuni verða tær fyrstu pakkaboksirnar hjá Posta settar upp og verða klárar at brúka komandi vikurnar.

“Tað er týdningarmikið at gera tað einfalt og trygt hjá okkara viðskiftafólkum at senda og heinta pakkar. Pakkaboksirnar verða væl staðsettar kring landið, og nógvar verða atkomuligar alt samdøgrið. Í fyrstu atløgu verða pakkar lagdir í pakkaboks, um kundin ikki er inni, tá ið Posta kemur á gátt. Men tað ber eisini til t.d. at fáa reseptheilivág lagdan í eina pakkaboks umvegis Vangan,” sigur Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta. 

Tilsamans verða 20 pakkaboksir settar upp stigvíst kring landið komandi mánaðirnar. Tær fyrstu tríggjar pakkaboksirnar eru staðsettar á Posta á Óðinshædd, hjá Magn í Klaksvík og uttan fyri Tjaldurs Apotek í Havn.

Soleiðis riggar pakkaboksin
Tá ið tú heintar ein pakka, fært tú boð við telduposti og sms frá Posta við einari fýrastavaðari pinkotu. Lúkan letur upp, tá ið tú hevur tøppað kotuna inn, og pakkin kann heintast. Skalt tú senda ein pakka, tøppar tú pakkakotuna inn á skíggjan. Pakkakotuna fært tú, tá ið tú hevur goldið fyri pakkan á antin posta.fo ella í Posta-appini. Tá ið lúkan letur upp, leggur tú pakkan í boksina og letur lúkuna aftur.

Pakkaboksirnar verða klárar at brúka seinni í oktober.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo