Leygardagin 26. mai 2018 skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi. Atgongumerki eru til keyps hjá Visit Tórshavn.
Umframt at vitja 3 oyggjar ein og sama dag (túrar 1,2 og 3) har gongutúrar eru í Hesti, ber eisini til at fara beinleiðis túr til Nólsoyar (túrur 4) og Koltur (túrur 5).
Túrur 1, 2 og 3
Velur tú túr 1, 2 ella 3, verður farið av Gomlurætt ávikavist kl. 08.00, 10.00 og 12.00. Og síðani heldur tú teg neyvt til skránna fyri túrin.
Prísurin fyri túrin er kr. 250,- fyri vaksin og kr. 175,- fyri børn undir 12 ár.
Túrur 4
Velur tú túr 4, verður farið úr Tórshavn við Ternuni kl. 12.30, og farið verður úr Nólsoy aftur kl. 19.25 ella 22:20 við Ternuni.
Prísurin fyri túrin er kr. 200,-
Túrur 5
Velur tú túr 5, er fráferðin av Gomlurætt kl. 11.00 og úr Koltri kl. 15.00.
Prísurin fyri túrin er kr. 250,-
Faldari um Oyggjadagin 2018 er at fáa á Visit Tórshavn.
Bygdarfólkið skipar fyri hesum tiltøkum:
Hestur: 3 ymiskir gongutúrar umframt okkurt gott til matna.
Koltur: Søgulig frágreiðing um gomlu býlingarnar og gongutúrur niðan á
Oyggj.
Nólsoy: Gongutúrur út á borðuna, har borðreitt verður við kaffi og pannukøkum í vitahúsinum.
Matur er ikki við í prísinum, men tað ber til at keypa ymist til matna í Hesti og Nólsoy. Minst til at hava reiðan pening við!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo