Everton hevði eitt hav av møguleikum móti Crystal Palace, men sá út at fara at vinna kortini við tí eina málinum.
Líka til Michy Batshuayi kom inn á vøllin og javnaði til 1-1.
Belgiarin hevði verið tveir minuttir á vøllinum tá ið hann dundraði bóltin í málið og tryggjaði Palace eitt stig. Teir fyrstu 85 minuttirnar hevði liðið ikki skapt nógv.
Everton stríddist restina av dystinum at fáa sigursmálið, men verjan og serliga málverjin Vicente Guaita í Palace-málinum steðgaðu tí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo