Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Tað var ein óvanlig sjón, sum møtti Jóhannusi Hansen á sandinum í Koltri fyrr í vikuni. Fleiri hvalspýggjur av slagnum Velella velella, betur kendar sum “by-the-wind sailors”, vóru skolaðar upp á turt. Jóhannus Hansen, sum arbeiðir á Tjóðsavninum, setti seg í samband við Havstovuna umvegis funkuna “Sæð okkurt spennandi” á nýggju heimasíðuni hjá Havstovuni. Vit kundu staðfesta, at talan var um hvalspýggjuna Velella velella, sum er sera sjáldsom um okkara leiðir, men vanlig í heitum og tropiskum havøkjum. Hetta ger skrásetingina sera áhugaverda.

Velella velella er sera hugtakandi. Hon kennist á lítla, flata, ovalformaða kroppinum, sum er einar 5 til 7 cm í tvørmáti. Týdningarmesta eyðkennið er gjøgnumskygda “seglið” í erva, sum ger tað møguligt hjá henni at reka í vatnskorpuni við vindinum. Liturin er eyðsýndur bláur og violettur, sum hjálpir henni ikki at vera so sjónlig í sjónum.

Hóast tær eru skildar við víðagitna portugálska hermannin, eru tær ikki vandamiklar fyri fólk. Stingandi kyknurnar, sum tær nýta til at fanga plankton og onnur smá sjódýr við, eru so mikið veikar, at tær ikki eru til serligan ampa fyri menniskju.

Nakrar av hvalspýggjunum eru komnar á Havstovuna og tær verða varðveittar sum partur av nýggjari verkætlan, sum Firum leiðir (leiðari: Amanda Vang), við Havstovuni sum leiðandi í teimum havfrøðiligu pørtunum (Ian Salter). Hesi eintøk verða eisini varðveitt til DNA-sekvensering, sum fer at geva týdningarmiklar upplýsingar um arvafrøðina hjá slagnum og gera okkum betri før fyri at skilja teirra útbreiðslu og vistfrøði.

Havstovan takkar Jóhannusi Hansen fyri at hava vent sær til Havstovuna við hesi áhugaverdu eygleiðing.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo