Sunnudagin 6. mai verður nýumvældi salurin ELIM í Søldarfirði tikin í nýtslu, samstundis sum 10 ára føðingardagurin hjá kristiligu sjónvarpsrásini IKTUS verður hildin.
Opið hús verður frá kl.16:00 í hugnaligu nýggju hølunum í Elim. Á pallinum koma sangarar og tónleikarar at undirhalda við góðum spæli og sangi, meðan fólkið hugnar sær við drekkamunni og onkrum søtum afturvið.
Kl.18:00 verður sangmøti har Eyðun Jacobsen og aðrir koma at leiða felagssangin, og ymiskir vitnisburðar verða eisini at hoyra.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo