Ríkisákærin hevur tikið avgerð um at sleppa skuldsetingini ímóti Ólavi í Beiti, redaktøri á vp.fo, um brot á grein 266b í revsilógini. Tískil verður onki revsimál ímóti redaktørinum, hesum hevur ríkisákærin boðað frá í dag.
Orsøkina sigur hann vera, at hann ikki metir, at eitt mál hevði endað við dómi.
Málið snýr seg um eitt lesarabræv sum varð kunngjørt á vp.fo í november í 2022, og sum snúði seg um samkynd. Lesarabrævið hevði orðingar sum fullu fleiri fyri bróstið, og varð seinni tikið av aftur.
Tað var John Johannesen, sjónvarpsvertur, sum meldaði redaktørin á vp.fo fyri brot á revsilógina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo