Fyrireikararnir til árliga Country festivalin í Sørvági hava tikið avgerð um, at ongin festivalur verður í ár.
Festivalurin var eisini avlýstur í fjør, og tá eins og nú er tað støðan viðvíkjandi korona sum ger, at festivalurin verður avlýstur.
Festivalurin hevur áður lýst við nøvnum sum Halli Joensen, Tinganest, Magna Christiansen, Blátt Gras, Four Menh, Hans Jacob Hjelm, Signar í Homrum, Spaðar 5, Ólavi á Váli og
Froðbiar Sóknar Bluesorkestri. Men flestu hava boðað frá, at tey vilja koma næsta ár eisini, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo