26. juli 2019 varð formlig avtala gjørd millum P/F Magn, Sørvágs kommunu, Elfelagið SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar.
Í avtaluni eru partarnir samdir um at loysa málið um oljuflutning til Mykinesar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdini.
Nú er tað komið hartil, at arbeiðið er liðugt og mykinesfólk kunnu fáa olju koyrda til hús og pumpaða í tangan, uttan at brúka oljutunnur.
Tað er ein søguligur dagur og verður ein stórur lætti hjá mykinesfólki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo