Eftir eitt lítið andarhald í farnu viku halda prísirnir á ráolju fram við at hækka.
Í morgun er prísurin á amerikanska marknaðinum hækkaður við einum dollara ella gott og væl tað í mun til fríggjadagin, oljan kostar nú 80,85 dollarar fyri fatið, og vit skulu heilt aftur til 2014 fyri at finna ein hægri prís.
Herheima sæst príshækkingin eisini aftur. Tað kostar nú 8.063 krónur fyri 1.000 litrar av gassolju, sum nógv brúka at hita húsini við. Hetta er sambært heimasíðuni hjá Magn triðja príshækking, bara henda mánaðin, og ein hækking uppá 938 krónur í ein mánaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo