SMS: Hóast ólavsøkan ikki formliga verður sett fyrr enn ólavsøkuaftan 28. juli, so setur SMS hol á tjóðarhátíð Føroya longu tann 27. juli.
Kæti kemur at undirhalda børnunum klokkan 15, og andlitsmáling verður frá klokkan 13 til 15. Somuleiðis verða ballónir at fáa frá 13 til 16, og SMS bjóðar Ólavsøkubrús og bomm.
Tiltakið er eitt afturvendandi ólavsøkutiltak, sum SMS skipar fyri á hvørjum ári, og undirtøkan hevur verið sera góð, og tiltakið hevur verið væl dámt av bæði stórum og smáum.
Vælkomin á ólavsøku í SMS leygardagin 27. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo