"Vit vóru komin niðan á Háls at búgva og vóru nú búsett uttan fyri Havnina. Vit vóru hvørki von við seyð ella neyt, men høvdu livað sorgleys í fjøruni niðri við fabrikkina hjá Østrøm millum snurriváðsbátar og saltfiskastakkar, fiska¬sentral og jollur hjá skipasmiðjuni. Har stóð eisini eitt skeivt pakkhús.
Vit kendu okkum øðrvísi her uppi í fjøllunum. Her vóru eingir handlar, og einasti maðurin undir hatti her var Hendrik hjá Amandu, sum seldi nakrar gátuførar seðlar, sum itu happadrátturin."
"Svanirnir syngja" er er savn av stuttsøgum, endurminningum og hugleiðingum skrivað við tí lætta og tølandi stílinum, sum eyðkennir skrivingina hjá Oddvør Johansen.
Søgurnar og stubbarnir eru allir merktir av Oddvørs lætta stíli, og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá.
”Svanirnir syngja” er løgd til rættis og prentað á Føroyaprenti. Hon er 135 síður til longdar.
Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo