Synergi: Er tað tín uppgáva at tarifera vørur eftir tariferingsreglunum í Toll- og vøruskránni? Kom á tariferingsskeið og lær røttu mannangongdirnar at tarifera vørur eftir reglunum í Toll- og vøruskránni. Skeiðið er eitt samstarv millum TAKS og Synergi.
Vit gjøgnum ganga vørubólkarnir:
· Matvørur
· Klædnavørur
· Maskinur
Kanst tú svara ja, til onkran av hesum spurningunum, er skeiðið júst til tín:
- Kennist tað ofta tungt, tí tú ikki altíð veit, hvar tú skalt plasera vøruna?
- Kanska tú ofta ivast í, júst hvar vøran skal tariferast? Hvat fyri vørunr., tú skalt velja?
- Kundi tú hugsað tær at lært eitt sindur um hetta, so arbeiði hjá tær framyvir verður lættari?
Dagurin er ætlaður tær, sum dagliga umsitur og avgreiður innflutningsskjøl.
Pláss er fyri 20 luttakarum og fleiri pláss eru longu farin.
Skalt tú við? Tekning á www.synergi .fo ella HER!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo