Runavíkar kommuna: Tróndur Herason Olsen er settur sum fulltrúi á trivnaðar- og mentanardeildini í Runavíkar kommunu.
Hann hevur arbeitt sum journalistur í Kringvarpi Føroya síðani 2019, umframt eitt skifti sum starvslærunæmingur í uttanríkistænastuni í 2018-2019.
Tróndur hevur útbúgving innan politikk og umsiting frá 2019, umframt tónleikaútbúgving frá 2010.
Hann byrjar í starvinum 1. Februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo