Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen – Stóri Martin, Martin Jacobsen – Lítli Martin, Dánjal Poulsen – Suðuroyar Dánjal, Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen.

Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum. Í 1921 avgerð hann at flyta oman at búgva og býr við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húski, ið setist á staðnum. Dagurin er 20. oktober 1921. Stóri Martin og Jacobina bygdu so og fluttu í húsini veturin 1923-24.

Í 1922 bygdu Lítli Martin og Mourentsa, og fluttu inn í februar 1923.

Suðuroyar Dánjal og Bina fluttu í síni hús til jólar 1924.

Eingin vegur var, tá teir søktu og fingu traðirnar. Fyrsta vegagerðin, Sørvág – Sandavág, byrjar í 1921. Vegurin úr Sørvági var komin til Vatnsoyrar í 1924, tá tann seinasti av teim fyrstu flutti. Leingi vóru bert trý sethús í bygdini. Í dag búgva 44 fólk í Vatnsoyrum.

Í heyst, 20. oktober 2021 verða tað 100 ár síðan fyrstu fólkini fluttu til Vatnsoyrar.

Í samband við 100 ára dagin, hevur Vága kommuna gjørt av at skipa eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum, har borgarar kunnu koma saman um ymisk tiltøk í bygdnini. Økið talan er um, er við innkoyringina til Vatsnoyrar.

Miðstaðarøkið verður prýtt við benkrum, gróti, ymiskum plantuvøkstri, kunningarskelti um bygdina, og pláss verður sett av til almenna flagstong og jólatræðið.

Arbeiðið at skipa miðstaðarøkið byrjaði fyrst í hesi vikuni og verður klárt at taka í nýtslu til 100 ára haldið 20. oktober 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo