Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Um ein hevur eina fitta konu, sum hevur lyndi til at siga ymiskt býtt og stuttligt av óvart, hvat ger man so? Spyrt tú Ronnie, so yrkir man sjálvandi ein sang um konuna og hennara blómandi mál, og tað er júst tað, sum hann hevur gjørt.

Ronnie sigur soleiðis um sangin:

- Sangurin kallast “Títt Blómandi Mál”, og tað er ein kærleikssangur um konu mína og hennara mongu ”sprogblomster”, sum man kallar tað á donskum. Á føroyskum eitur tað ”blómandi mál” og tað er m.a., tá ið man sigur okkurt skeivt á ein stuttligan hátt. Tíbetur kann hon flenna eftir tí sjálv, og tí tori eg eisini at útgeva sangin, sigur Ronnie brosandi.

Tað er ein lættur og festligur sangur, sigur Ronnie, sum í stíli ber brá av country. Herborg Torkilsdóttir syngur kór og hevur lagt til rættis. Henning Jensen er eisini partur av kórinum. Tað er enn eina ferð Julian Andreasen, sum Ronnie hevur samstarvað nógv við, ið hevur framleitt og ljóðblandað sangin.

Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum so sum Spotify og Youtube.

Orð og Lag: Ronnie Korsager Davidsen
Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Kór og lagt til rættis: Herborg Torkilsdóttir & Henning Jensen
Steel Gittari: Reggie Duncan
Fiól: Jessie Morgan
Mastering: Holger Lagerfeldt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo