Stýrið fyri Heilbrigdi á Velbastað hevur sett Anniku Holm í starv, sum leiðari á stovninum.
Annika Holm hevur verið virkandi leiðari seinastu mánaðirnar og er nú sett í fast starv.
Í mars 2018 tók hon við starvi sum ráðgevi á Heilbrigdi og eftir áheitan frá stovninum tók hon við fyribilsstarvið sum programleiðari í august 2018 og nakað seinni var hon sett í fast starv.
Annika Holm er 52 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.
Stýrið ynskir Anniku Holm góða eydnu í staarvinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo