Tjóðsavnið: Margretha Nónklett er sett í starv sum deildarleiðari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum. Margretha er útbúgvin fólkalívsfrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Margretha hevur røkt eitt tíðaravmarkað starv sum savnsvørður á deildini seinasta árið og hevur áðrenn hetta starvast sum býarsavnsvørður á Tórshavnar býarsavni. Eisini hevur hon drúgvar royndir úr landsfyrisitingini.
Ynskt verður Margrethu tillukku og vælkomnari í fast starv á Tjóðsavninum. Hon tekur við starvinum 1. oktober 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo