Ger tína skyldu og krev tín rætt. Í hasi raðfylgjuni!
- Mette Frederiksen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

85 ára gamla Dania Andreasen var tann fyrsta at kava av høguvippu. Nýggju vippurnar í Svimjihøllini eru nú avhendar og góðkendar og vippurnar og rusjibanin vórðu tikin í nýtslu aftur í dag.

Tað er Eysturlon við Hanus Olsen sum leiðara, sum hevur gjørt timburarbeiðið í tøttum samstarvi við Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðing.

Preben var eisini var við, tá svimjihøllin varð bygd og tikin í nýtslu í 1982. Frank Hansen og Rógvi Persson Jacobsen frá Bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu hava arbeitt tætt saman við Preben.

Vippurnar eru gjørdar líka sum Gunnar Hoydal teknaði tær upprunaliga, tó eru trappurnar nú gjørdar eftir dagsins krøvum.

Fyrsta fólk at brúka vippurnar var Dania Andreasen, sum er 85 ára gomul. Hon hevur svomið dagliga í nógv harrans ár.

Borgarstjórin takkaði starvsfólkum og handverkarum fyri gott arbeiði, og takkaði brúkarunum fyri gott tolni, nú meðan vippurnar hava verið stongdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo