Í annaðkvøld, sunnukvøldið 14. jan. kl. 18, verður ein nýggjárs-sangløta við felagssangi í Siloa í Fuglafirði.
Sungið verður úr Nýggju Sangbók, og nú vit fóru um eitt ársskifti, verður serligur dentur lagdur á sálmar og sangir, sum á onkran hátt endurspegla hetta.
Onkur framførsla verður eisini, m.a. frá Ró á Lakjuni Simonsen.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Komið og syngið við!
Aftaná verður drekkamunnur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo