Hoyvíkar kirkja: Sunnudagin 21. januar kl. 17 verður urgukonsert í Hoyvíkar kirkju. Ari Hammer Joensen spælir.
Ari vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Talan er um eina nýggjarskonsert við festligum tónleiki, sum Ari sjálvur hevur valt. Á skránni verða verk eftir Bach, Reger, Waldteufel og Bizet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo