Tú leingir ikki um lívið við at taka multivitaminir afturvið tínum kosti.
So greið er niðurstøðan í eini nýggjari amerikanskari kanning.
Tað eru granskarar frá National Cancer Institute, sum hava hugt eftir dátu hjá umleið 400.000 frískum amerikanarum, sum hava verið undir eftirliti í yvir 20 ár.
Her staðfesta granskararnir, at einki samband er millum regluligt brúk av multivitaminum og minni vanda at doyggja, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo