POSTA: Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna um eitt 100-ára hald, Sandoyartunnilin, umframt heimsfilm og kolavinnu í Føroyum.
Dronning Alexandrines Hospital 100 ár
Í ár eru 100 ár liðin síðan ”Dronning Alexandrines Hospital" varð tikið í nýtslu. Nýbygda hospitalið hevði 65 seingjarpláss, sum var væl meira enn áður, men longu í 1927 varð ein tuberkladeild við 20 plássum bygd afturat sjúkrahúsinum. Síðan hava áhaldandi útbyggingar av Landssjúkrahúsinum verið: Psykiatrisk deild, øking av seingjarplássum, viðgerðarhølum, fyrisiting, starvsfólkaíbúðum osfr. So nógv er broytt síðan J. Waagstein sat í bakkanum yvir av og málaði ”nýggja og stásiliga hospitalið í Havn.”
Sandoyartunnilin
Tann 21. desembur 2023 lat tann fjórði undirsjóvartunnilin í Føroyum, Sandoyartunnilin, upp fyri almennari ferðslu. Sandoyartunnilin er eitt risagleiv í bygnaðinum av føroyska samferðslukervinum. Edward Fuglø, listamaður, hevur listprýtt Sandoyartunnilin við verkinum ”Díðriksdúgvur og aðrir dýrgripir”, sum er sett saman av tíggju hellismálningum úr ljósi í reyðum, hvítum og bláum rípum. Myndir: Ólavur Frederiksen.
Heimsfilmur í Tindhólmi
Hóast søgurnar eru gamlar, kunnu vit spegla okkum í teimum. Og skuldu vit gloymt gomlu søgurnar, so verða vit javnan mint á tær. Ikki bara í hondsettum prentaðum bókum, men eisini í talgildum filmi og tónleiki. Í 1911 skrivaði Sir James Matthew Barrie skaldsøguna Peter and Wendy, har Neverland í nýggjastu filmútgávuni hjá Disney er sett til at verða Tindhólmur í Føroyum. Ævintýrafilmurin "Peter Pan & Wendy" frá 2023 er partvíst tikin upp í Føroyum, m.a. í Tindhólmi, Mykinesi og við Trælanípuna. Mynd: Andrija Ilic.
Kolanámið í Hvalba
Suðuroyggin er tann einasta oyggin, sum hevur kol í so stórum nøgdum, at har hevur verið virkin kolavinna. Í dag er kolið í Suðuroy meira mentan enn vinna, men slóðir eftir kolavinnuni eru nógvastaðni, og ein virkin kolamina er enn í Hvalba, tó at virksemið er sera lítið. Frímerkið myndar brøðurnar, Erhardt og Simon Næs, sum arbeiða uttanfyri kolanámið.
Les áhugaverdu greinirnar um frímerkini á www.stamps.fo, har eisini ber til at bíleggja frímerki og aðrar vørur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo