Fóðurflakin hjá Luna, Hellutangi, rak á land í illveðrinum Vesturi á Víkum, norðantil á Vágoynni í farnu viku.
Higartil hava líkindini verið ov vánalig til at koma nær flakanum, fyri at vita hvussu stórur skaðin er.
Atli Gregersen, sjóri í Luna, hevur áður sagt, at ein roynd verður gjørd í hesi vikuni at koma til flakan og fáa greiðu á hvussu hann fæst burtur hagani hann liggur nú.
Jórunn Elisdóttir Wang tók myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo