- Eg havi verið limur í TRYGD i Norra síðan 26.juni 1999, og tað vita tit væl. Eg blivi við at fáa rykkjarar frá tykkum, so vinarliga steðgi hesum tvætlinum, skrivar útisiglarin Kári Vitalis í skrivi, hann hevur sent TAKS og Heilsutrygd og eisini miðlum.
- Eg havi steðgað øllum HT-gjøldum, so tit fáa ikki eina krónu frá mær.
- Um tit ynskja at koyra Fútan eftir mær, vinarliga geri tað bara beinanvegin, tí eg eri klárur at møta Fútanum.
- Nú er hettar blivi ov mikið hjá tykkum, nú sær tað út til at tað er ein vánaligur leiðsluspurningur, meir enn feilur i skipanini hjá tykkum.
- Eg fari at skjóta upp at bæði Eyðun Mørkøre og Egil á Bø verða fríttstillaðir, og annað fólk kemur ístaðin, sum kann taka ábyrgd.
PS: til miðlarnir sum eru i avrit, vinarliga prenti hettar so Føroya fólk sær hvusdu litið skil er á Taks og HT.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo